
Nú klokkan níggju byrjaðu samráðingarnar eftir ætlan millum Russland og Ukraina.
Fundurin verður hildin í hvítarussiska Gomel-landslutinum nærindis markið til Ukraina.
Sambært skrivstovuni hjá ukrainska forsetanum, Volodimir Zelenskij, er kravið til Russland at fáa vápnahvíld umgangandi, og at Russland tekur sínar hermenn úr Ukraina.
Russland boðaði áðrenn fundin frá, at mann hevði eitt ynski um at gera eina avtalu, sum gagnaði báðum londum.
Russland gjørdi innrás í Ukraina hósdagin í farnu viku, og hetta er fyrstu ferð síðan tá, at londini hittast til samráðingar.
Fundurin kom í lag eftir hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko hevði havt eina telefonsamrøðu við ukrainska forsetan.
Sambært Ritzau er Zelenskij tó ikki bjartskygdur um fundin, og ivast hann í, at nakað kemur burturúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald