Síðani stóra valsigurin hjá reyða blokkinum í Danmark mikudagin, hevur Mette Frederiksen staðið á odda fyri samráðingum um nýggja stjórn. Lars Løkke Rasmussen royndi at rætta hondina út við at skjóta upp stjórn yvirum miðjuna, men Mette Frederiksen og Sosialdemokratarnir hava vent sær til hinar flokkarnar í vinstra blokki.
Radikale Venstre, SF og Enhedslisten hava í gjár og í dag verið til veruligar samráðingar eftir at allir flokkarnir hittust við Mette Frederiksen fríggjadagin og tosaði yvirskipað. Tað hevur gingið fyri seg soleiðis, at ein flokkur hevur hittst við samráðingarleiðaranum og flokki hennara, áðrenn tann næsti eigur tørn. Í gjár varð tosað um verðurlagsspurningin, ið teir fýra flokkarnir eru rímiliga samdir í.
Í dag snúði tað seg um vælferð og fígging. Flokkarnir á vinstra vonginum hava sum vera man felags sjónarhorn viðvíkjandi vælferðini, men Mette Frederiksen ásannaði eftir samráðingarnar, at tað eru avbjóðingar viðvíkjandi spurninginum um fígging. Hon segði, at tað skuldu finnast loysnir við búskapinum, og at hetta kundi gerast ein avbjóðing. Sum heild var Mette Frederiksen tó væl nøgd við samráðingar.
Forkvinnurnar í Socialistisk Folkeparti og Enhedslisten vóru jalig eftir samráðingarnar í dag, men ásanna at langt er eftir á mál. Morten Østergaard, ið er formaður fyri Radikale Venstre, er eisini rímiliga væl nøgdur. Hansara flokkur hevði eitt sera gott val, og um gongst sum ætlað, so verður Radikale Venstre stuðulsflokkur hjá sosialdemokratunum saman við SF og Eindarlistanum. Morten Østergaard segði við DR, at viljin er har báðumegin borði, og at forssagnirnar um, at Mette Frederiksen kemur at standa odda fyri einari nýggjari samgongu, eru góðar.
Uttanlands
Samráðingarnar á Christiansborg ganga væl
Tað týðir framvegis á, at Mette Frederiksen verður forsætismálaráðharri og kemur at standa á odda fyri einari vinstra stjórn
Mette Frederiksen forkvinna hjá Sosialdemokratunum hevur staðið á odda fyri samráðingunum seinastu dagarnar (Mynd: EPA)
2019-06-09 18:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald