Innanlands

Samráðingarnar bera ikki á mál: Semingsstovnurin boðsendur

Pedagogfelagið hevur í kortini onga ætlan um verkfall í løtuni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-10 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nevndin í Pedagogfelagnum hevur seinastu tíðina verið í samráðingum við arbeiðsgevararnar, men enn partarnir koma ikki til eina semju.

Tí eru boð send eftir Semingsstovninum.

- Okkara mál hevur verið, at gera ítøkiligar batar á lønina, sáttmálaviðurskiftir, so sum skipan av arbeiðinum, og arbeiðsumstøðunum sum heild.

Enn er kortini eingin ítøkilig ætlan um verkfall.

- Vit skulu leggja dent á, at so leingi sum ein roynd verður at gera nýggjan sáttmála, so verða eingin stríðsstig tikin víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder