Um ellivu tíðina í gjárkvøldið fóru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, og Miðflokkurin til hús uttan at gera avtalu um nýggjan fund.
Samgonguskjalið er, sum skilst, komið uppá pláss, men semja fekst ikki um, hvørji málsøki flokkarnir skulu hava.
Sambært VP er ein av abjóðingunum, at Miðflokkurin ynskir sær tveir landsstýrissessir, og hevur hetta við sær, at Sambandsflokkurin bert fær tríggjar.
Á middegi vóru samráðingarnar enn ikki tiknar uppaftur, og Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, sigur við Kringvarpið, at enn er eingin avtala gjørd um at hittast aftur.
Bárður á Steig Nielsen er staddur í Vestmanna í løtuni, og hann sigur, at samskiftið millum hann og hinar floksformenninar í dag hevur verið avmarkað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald