Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið handaðu í dag hvør øðrum sáttmálakrøv. Tað hendi á fundi í Starvsmannafelagnum.
Tá ið partarnir hava sett seg inn í krøvini hjá hvør øðrum, byrja tær veruligu samráðingarnar. Hetta verður helst í komandi viku.
Lønin í fokus
Starvsmannafelagið fer fyrst og fremst til samráðingar við kravi um eina lønarhækking, sum merkist, sigur formaður í Starvsmannafelagnum. Sum partur av hesum hevur Starvsmannafelagið ynski um at hyggja nærri at verandi lønarskipan.
- Tað eru góðar tíðir í Føroyum, og búskaparligu útlitini eru eisini góð. Hetta skal nú merkjast aftur í lønini hjá vanligu limunum í Starvsmannafelagnum, sum avgjørt ikki eru millum tey hægst løntu í landinum. Vit vilja bara hava, at tað skal loysa seg at arbeiða, eisini hjá limunum í Starvsmannafelagnum, sigur Súni Selfoss.
Bachelorarnir skulu javnsetast
Eitt av høvuðskrøvunum er, at starvsfólk við bachelorútbúgving verða javnsett við bachelorar í øðrum feløgum.
- Bachelorar í fleiri feløgum hava seinastu árini fingið eitt munandi lønarlyft. Tíðin er komin til, at starvsfólk við bachelorútbúgving í Starvsmannafelagnum verða javnsettir við aðrar bachelorar og fáa eina løn, sum svarar til teirra fakligu útbúgving, sigur Súni Selfoss.
- Lat tað vera sligið fast. Tað finst einki B-lið fyri bacelorar. Okkara bachelorar hava brúkt líka nógva tíð, orku og pening til sína útbúgving sum aðrir bachelorar. Teir eru líka nógv verdir og skulu sjálvsagt hava eina løn, sum svarar til teirra fakligu útbúgving. Tað skal loysa seg at taka eina bachelorútbúgving, eisini hjá limunum í Starvsmannafelagnum, sigur hann.
Vit samráðast ikki fyri onnur
Eisini hesaferð er Starvsmannafelagið fyrsta fakfelag, sum fer til samráðingar um sáttmála fyri eitt nýtt sáttmálskeið. Ofta verður sagt, at sum fyrsta felagið leggur Starvsmannafelagið karmin fyri, hvat ið onnur kunnu fáa. Men hesum noktar Starvsmannafelagið at taka ábyrgdina av.
- Tað er týdningarmikið, at sláa fast, at vit bert samráðast vegna limirnar í Starvsmannafelagnum. Tað snýr seg um okkara áhugamál. Feløg hava ymisk áhugamál, og krøvini kunnu vera so ymisk. Vit leggja ikki lønarkarmin fyri onnur fakfeløg, men fyri okkum sjálvi. Vit samráðast fyri okkara egnu limir, ikki fyri onnur fakfeløg.
Verandi sáttmáli er ein tvey ára sáttmáli, sum varð sagdur upp til 1. oktober. So leingi samráðingar eru um nýggjan sáttmála, heldur galdandi sáttmáli fram.
Sáttmálin við Fíggjarmálaráðið er fyri starvsfólk undir landinum. Tá ið sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið er gjørdur, byrja samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um sáttmálan fyri tey, sum starvast hjá kommununum. Eisini tann sáttmálin varð sagdur upp til 1. oktober.
- Starvsmannafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald