Í gjár hittust Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fyri fyrstu ferð í nýggja árinum. Men eingin sáttmáli er gjørdur enn, og fundur verður aftur týsdagin, skrivar Kringvarpið.
Umframt Starvsmannafelagið er Lønardeildin eisini farin at samráðast við Lærarafelagið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og í næstu viku verður tosað við Akademikarafelagið.
Tað var í oktober í fjør, at sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum fóru úr gildi, og fyrsti samráðingarfundurin var 17. oktober millum Lønardeildina og Starvsmannafelagið.
Miðað verður eftir at fáa sáttmálarnar við stóru fakfeløgini avgreiddar fyrst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald