Flokkarnir, sum samráðast um nýggja samgongu hava nú verið savnaðir í løgtinginum í góðar tveir tímar. Enn er einki at frætta um nakra semju.
Teir hittust um tíggju tíðina í kvøld, og formenninir fóru beinanvegin at fundast. Síðani hava teir gingið eitt sindur aftur og fram oman í kantinuna at tosa við tinglimirnar.
Ósemja er um, hvørji og hvussu nógv málsøki skulu hava. Sagt hevur verið at Miðflokkurin krevur tveir landsstýrisessir og at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava ilt at semjast um sessin í fiskivinnumálum.
Tað er ilt at meta um hvønn veg tað ber, tí øll eru tøtt sum tunnan.
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, skal klokkan hálvgun tíggju í morgin boða løgtingsformanninum frá hvussu tað gongur við samráðingunum at skipa samgongu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald