Uttanlands

Samráðingarnar í Antalya støðgaðar

Uttanríkisráðharrarnir úr Russlandi og Ukraina komu ikki nærri eini semju í hesum umfari

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-03-10 12:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fundurin millum uttanríkisráðharrarnar í Ukraina og Russlandi, Dmytro Kuleba og Sergej Lavrov, í turkiska býnum Antalya, er av.

Kuleba sigur, sambært Reuters, at partarnir ikki komu nakran veg í royndini at fáa eina semju um vápnahvíld í Ukraina í lag.

Hann er tó sinnaður at hitta Lavrov aftur á líknandi fund. Turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlüt Çavuşoğlu, var eisini við á fundinum, skrivar dr.dk.

Sergej Lavrov sigur, at hann mátti brúka fundin til at minna Ukraina um, at Russland hevur lagt fram eitt uppskot um at loysa kreppuna.

Hann sigur, at Putin, forseti, ikki vísir aftur, at hann er sinnaður at hitta ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj, fyri at tingast um “ávís” evni.

Russiski ráðharri legði afturat, at hernaðarliga støðan í Ukraina gongur eftir ætlan. Hann heldur hinvegin, at vestanlond “vísa vandamiklan atburð” í støðuni.

Uppskotið um loysn, sum Lavrov sipar til, er uppskotið í fýra punktum, sum varð lagt fram undir samráðingunum millum sendinevndir frá londunum, sum vóru hildnar í Hvítarusslandi.

Krøvini eru, at Ukraina gevst við hernaðarligu mótstøðuni, at landið broytir grundlógina, so tað ikki kann gerast limur í Nato og líknandi felagsskapum, at Ukraina góðkennur, at Krim hálvoyggin er russiskt øki og at landið góðkennur Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug øki.

Ukraine hevur víst hesum krøvum aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder