Innanlands

Samrøður og forteljingar úr psykiatriini

Á altjóða sálarheilsudegnum 2024 varpar Sinnisbati ljós á stigma og fordómar – danski rithøvundurin Anna Rieder

Anna Rieder

Anna Rieder

2024-10-07 18:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast økt uppmerksemi seinastu árini er stigma enn knýtt at sálarsjúku og -líðing. Hetta viðvirkar til forðingar í mun til hjálp, viðurkenning og luttøku í samfelagnum.

Á sálarheilsudegnum 10. oktober fer felagið Sinnisbati at kanna, hvussu vit saman kunnu bróta niður stigma og fordómar.

Til høvið fær felagið vitjan av aktuella og virðislønta høvundanum Annu Rieder. Anna Rieder er útbúgvin frá Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, og hevur m.a útgivið tvær bøkur, ið viðgera royndirnar hjá henni og øðrum við psykiatriini.

Hon er í løtuni aktuell við bókini “Smerte-hjerte – Kontinuitetsnotat”, ið er skrivað saman við Birgit Bundesen, psykiatara og yvirlækna. Tað eru yrkingar um, hvat tað vil siga at vera ein partur av psykiatriini.

Á skránni verður eisini ein beinleiðis upptøka av sendingini ‘Nert ikki við’. Vit kenna sendingina frá KVF, ið nemur við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum – á sálarheilsudegnum í ár er einki undantak.

Umframt hetta, fer Jóannes Joensen, ið beint nú er aktuellur í sendingini ‘Bass Elvis og Jesus á Mallorka’, at framføra, og sálarheilsuvirðislønin 2024 verður kunngjørd og handað.

Tiltakið verður í Smæruni í Havn hósdagin 10. oktobur kl. 19. Tiltakið er alment og ókeypis.

Tiltakið byrjar við, at Jóannes Jensen framførir nakrar sangir og Súsanna Olssen, forkvinna bjóðar vælkomin. Síðan fer Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur, at leiða eina samrøðu við Annu Rieder. Tær fara millum annað at tosa um yrkingarnar hjá Annu Rieder, um mál, stigma og um vreiði. Eisini fer Anna Rieder at lesa upp úr sínum skaldskapi.

Eftir ein støðg fer Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og  útbúgvingarmálum at siga nøkur orð áðrenn hann handar sálarheilsuvirðislønina.

At enda fara útvarpsvertirnir Bjørt Lind og Anna Joensen-Næs at nerta við stigma og fordómar og tað at vera tilknýtt psykiatriini. Gestir eru Anna Kristina Niclasen, sersjúkrarøktarfrøðingur í psykiatri (fakligt sjónarmið), og Bjørk Ellindsdóttir Frýdal (persónligt sjónarmið). 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder