Mentan

Samrøðuspælið sera væl umtókt

Tala og Hoyrn fegnast um, at Samrøðuspælið, ið er ætlað sum hjálparamboð til samskifti og talu hjá eitt nú eldri og búfólkum, er so sera væl móttikið kring landið. Felagið hevur fingið nógvar jaligar afturmeldingar

2021-11-03 11:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Tað er hugaligt at frætta aftur frá starvsfólkum og búfólkum í eitt nú eldrarøktini og á sambýlum, at tey hava gleði og gagn av Samrøðuspælinum. So er málið rokkið við hesum spæli, sum eg fór undir fyri fleiri árum síðani, sigur Ólavur Højgaard, ið rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum herfyri gav Samrøðuspælið út.

Ólavur Højgaard hevur seinastu vikurnar verið runt í Føroyum við spælinum, tó at korona í seinastuni hevur ávirkað hetta arbeiðið í ávísan mun. Ein stórur partur av spølunum er umbiðin, men tað ber til at framleiða fleiri, um tørvur verður á tí.

Samrøðuspælið, ið er eitt føroyskt myndaspæl, er eitt amboð til at styrkja málsligu førleikarnar hjá eldri borgarum, búfólkum, fólkum við heilaskaða ella øðrum, ið á einhvønn hátt hava mál og samskifti sum eina avbjóðing í gerandisdegnum.

[object Object]

- Tala og samskifti eru við til at varðveita okkum í felagsskapinum og samanhaldinum, og tá talan viknar t.d. á ellisárum, er týdningarmikið at halda við líka málsligu førleikarnar og samskiftið. Hetta er høvuðsendamálið við spælinum, sum vit áhaldandi kunnu útbyggja við nýggjum myndum og evnum eftir tørvi, sigur Ólavur Højgaard.

Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar.

Ólavur Højgaard starvaðist í nærum 40 ár sum tali- og hoyrilærari á Skúlanum á Trøðni, seinastu árini á Sernámsdeplinum. Tá ið hann legði frá sær, stovnaði hann fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum veitir serkøna hjálp á hesum øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder