Samskiftisútgerð hjá Hizbollað limum sprongdist í gjár fleiri staðni í Libanon, upplýsa keldur fyri AFP tíðindastovuni.
20 persónar doyðu í spreingingunum og yvir 450 fingu skaða, upplýsir libanesiska heilsumálaráðið fyri Reuters.
Spreingingarnar hendu dagin eftir at fleiri persónsleitarar týsdagin sprongdust í Libanon og 12 fólk doyðu.
Í spreingingunum í gjár var ikki talan um persónsleitarar, men um walkie-talkies, skrivar AFP. Tíðindastovan hevur upplýsingarnar frá bjargingarfólkum og eini keldu, sum stendur Hizbollað nær.
Spreingingarnar hendu eitt nú í Bekaa landslutinum, sum liggur 30 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Beirut, har tað eisini hendu nakrar spreingingar.
Fleiri av teimum særdu hava fingið skaða í maga og hendur.
(Mynd: EPA)
Hizbollað skal hava keypt samskiftisútgerðina fyri fimm mánaðum síðani, nakað samstundis sum persónsleitararnir vórðu keyptir, skrivar Reuters.
Minst ein av spreingingunum í gjár hendi undir eini jarðarferð av persóni, sum doyði týsdagin. Tað var Hizbollah, sum stóð fyri jarðarferðini, skrivar Ritzau.
Hernaðarliga Hizbollah rørslan sigur, at tað er Ísrael, sum stendur aftan fyri spreingingarnar. Eisini blaðið New York Times og Reuters hava skrivað, at tað er Ísrael, sum stendur aftanfyri. Landið skal hava skipa so fyri, at spreingiløðingar vórðu settar í tólini áðrenn tey vórðu latin Hizbollah.
Ísrael hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til hetta.
Eftir spreingingarnar týsdagin, tá 12 fólk doyðu, harav tvey børn, svór Hizbollah hevnd móti Ísrael. Í gjár segði felagsskapurin, at tey høvdu sent rakettir móti Ísrael, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald