Innanlands

Samstarv um ADHD/autismuvegleiðing

ADHD-felagið og Autismufelagið hava gjørt samstarvsavtalu um vegleiðing til limir í báðum feløgum – Talan er um eina royndarverkætlan í fyribils eitt ár frá 1. juni

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, og Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, og Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum

2021-05-31 08:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ADHD-felagið og Autismufelagið hava gjørt samstarvsavtalu um vegleiðing til limir í báðum feløgum.

Tað er týdningarmikið, at fólk við ADHD og/ella autismu hava møguleikar javnbjóðis øðrum borgarum, at tey fáa hóskandi barnagarðs- og skúlatilboð, útbúgving og eftirfylgjandi eitt starv, umframt møguleika at luttaka í frítíðarvirksemi, og fáa egnan bústað, siga feløgini.

– Tað, at ikki kenna seg møtt og ikki fáa neyðugu hjálpina til at liva eitt virðiligt lív, kann vera ørkymlandi, bæði hjá teimum, ið hava ADHD og/ella autismu og hjá teirra avvarðandi.

– Veruleikin er, at tað kann vera sera torført hjá hesum fólkum at skapa sær eitt yvirlit yvir, hvørja hjálp ein kann fáa, hvør stovnur ella skipan eigur at veita hvørjar tænastur, og hvørji rættindi ein hevur t.d. at nema sær útbúgving, arbeiðsmenning ella starv.

– Vit fegnast um samstarvið millum feløgini, hvørs limir hava ávísar felags avbjóðingar, umframt at tað eru fleiri við báðum diagnosum.

ADHD felagið og Autismufelagið vilja hjálpa limum sínum við júst slíkum spurningum um rættindi og tænastur, og hava tey tí sett ADHD/Autismu Vegleiðingina á stovn. Talan er um eina royndarverkætlan í fyribils eitt ár frá 1. juni 2021 at rokna.

Vegleiðingin verður fíggjað av m.a. Betri Stuðulsgrunninum, MEGD og stuðulstiltakinum hjá Elmari Ósa – 453 km fyri Autismufelagið.

Vegleðingin kann hjálpa limum í feløgunum við spurningum um m.a..

  • Rætt til hóskandi stovn, skúla, frítíðarskúla o.s.fr. 

  • Rætt til leiðbeinara 

  • Rætt til sosialráðgeva, sálarfrøðing o.a. 

  • Rætt til longda próvtíð, hjálpartól, lesi- & skrivitøkni 

  • Rætt til námsfrøðiliga ráðgeving 

  • Rætt til arbeiðsførleikamenning
  • Kærur og hjásiting

ADHD/Autismu Vegleiðingin heldur til í skrivstovuni hjá ADHD-felagnum í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10C í Havn, og opið er mánadagar frá klokkan 12-15. Tá kunnu limir ringja ella koma á gátt, og møguleiki er eisini at bíleggja tíð til eina viðtalu.

Harumframt er telefontíð mikudagar og fríggjadagar millum klokkan 9-10.

Vegleiðarin starvast fyribils 10 tímar um vikuna, har restina av tíðini verður til hjásiting, sakarhjálp, avtalaðar viðtalur o.a.

Limir kunnu ringja til ADHD/Autismu Vegleiðingina á tlf 202 303 ella skriva til [email protected] ella [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder