Innanlands

Samstarva um at bøta góðskuna á drekkivatni í smærri vatnveitingum

Gransking hevur áður víst, at góðskan á drekkivatni er verri í smáum vatnveitingum samanborið við størri vatnveitingar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-27 14:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Tann 9. til 11. august 2022 varð skipað fyri einari verkstovu í Føroyum, har granskarar úr øllum norðurlondum luttóku.

Gransking hevur áður víst, at góðskan á drekkivatni er verri í smáum vatnveitingum samanborið við størri vatnveitingar. Føroysk luttøka er eyðsæð í slíkari granskingarverkætlan, tí meginparturin av føroyska drekkivatninum kemur frá smáum vatnveitingum.

Betri drekkivatnstrygd kann fáast við at seta í verk eina váðagrundaða tilgongd, men hetta háttalagið hevur sínar avbjóðingar, tá talan er um smærri vatnveitingar. Tað er í hesum sambandi, at arbeiðsbólkurin hevur samskift við myndugleikar umframt smærri vatnverk í norðurlondunum fyri at eyðmerkja forðingar og møguligar loysnir, soleiðis at ein váðagrundað tilgongd kann setast í verk.

Arbeiðsbólkurin var saman í Føroyum fyri at gera hetta arbeiðið liðugt, so úrslit og møguligar loysnir kunnu útgevast í fróðskaparritum og sum tilmæli at handa politikarum og myndugleikum á økinum.

Arbeiðið byggir víðari á grein, sum varð almannakunngjørd á heysti 2020 og kann lesast her

Hetta norðurlendska samstarvið verður stuðlað fíggjarliga av Nordisk arbeidsgruppe for mikrobiologi, dyrehelse og dyrevelferd (NMDD) hjá Norðurlandaráðnum.

Í samband við verkstovuna vitjaði arbeiðsbólkurin eisini vatnveitingar í Føroyum. 

Í arbeiðsbólkinum, sum vitjaði í Føroyum, vóru:

  • Maria J. Gunnarsdottir og Sigurdur M. Gardarsson (Verkfræði- og náttúruvísindasvið, Háskóli Íslands),
  • Magnus Eriksson (Ålands miljö- och hälsoskyddsmyndighet),
  • Hans-Jörgen Albrechtsen (Institut for Vand og Miljøteknologi, DTU Miljø–),
  • Kim Steve Gerlach Bergkvist (Fiskaaling),
  • Pekka M. Rossi (University of Oulu, Finland),
  • Lisbeth Truelstrup Hansen og Pernille Erland Jensen (Arctic DTU Sisimiut – Ilinniarfeqarfik Sisimiut, Greenland),
  • Mette Myrmel og Frida Celius Kalheim (Universitetet for miljø- og biovitenskap, Norra),
  • Kenneth M. Persson (Lunds Universitet, Svøríki),
  • Angela Bayona-Valdarrama og Jamie Bartram (School of Civil Engineering, University of Leeds, UK)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder