Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og Politiið í Føroyum eru farin undir samstarv at gera eftirlit á arbeiðsmarknaðinum við atliti til sosialari dumping, eins og gjørt verður í hinum norðurlendsku londunum, skrivar heimasíðan hjá Føroya Politi.
Aftaná at hava umrøtt karmarnar seinasta árið, skrivaðu Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Karin Elisa Niclasen, varastjóri á TAKS, og Michael Boolsen, fúti, í gjár formliga undir samstarvsavtalu.
Avtalan hevur við sær, at myndugleikarnir frameftir koma at gera samskipað eftirlitsátøk á arbeiðsmarknaðinum, har dentur verður lagdur á at eftirkanna, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um m.a. arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og arbeiðsumhvørvi.
Avtalan tryggjar, at myndugleikarnir hava neyðuga sambandið fyri at kunna virka samskipað, skjótt og miðvíst.
Hóast mann í fleiri ár hevur havt líknandi samstørv í hinum norðurlendsku londunum, er talan um eitt nýtt átak í Føroyum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur samskipandi leiklutin í samstarvinum, men allir myndugleikarnir samstarva javnbjóðis um eftirlitsátøkini.
Fyrstu samskipaðu eftirlitini verða væntandi á heysti 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald