Innanlands

Samstarvsavtala um Gundadalstorgið undirskrivað

Annika Olsen og Christian Andreasen hava skrivað undir samstarvsavtalu um síðsta byggistig í stóru verkætlanini at fáa Tórsvøll at lúka øll krøv til altjóða stadion

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-12-25 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, hava skrivað undir samstarvsavtalu um síðsta byggistig í stóru verkætlanini at fáa Tórsvøll at lúka øll krøv til altjóða stadion.

Samstarvsavtalan varð samtykt í Tórshavnar býráð í farnu viku og fevnir um at gera liðugt stadion og torgið frammanfyri høvuðssætið hjá FSF og Niðara vøll, og sum samstundis er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.

Torgið fevnir um røð av funktionalitetum, sum hava við altjóða dystarstøðu at gera, og sum harumframt eisini er eitt nýtt og fjølbroytt býarumhvørvi við spæliplássi, uppihaldstrappu, parkeringsplássi v.m., skrivar kommunan á heimasíðuna.

Sambært samstarvsavtaluni er samlaði verkætlanarkostnaðurin 30 mió. krónur, har kommunan rindar 65 prosent og FSF 35 prosent. Í íløguætlanini fyri 2021 eru fimm mió. krónur játtaðar til verkætlanina, og á býráðsfundinum varð samtykt at játta 7,25 mió. krónur í 2022 og 7,25 mió. í 2023.

Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya at fáa Tórsvøll altjóða góðkendan fór av álvara í gongd í 2011, tá ljósmastrarnar vórðu settar upp. Árið eftir varð grasvøllurin skiftur við graslíkisvøll. Árini 2013-2015 varð eystur- og suðursíðan bygd. Í 2018 varð táverandi bygningur og áskoðarapláss tikin niður, og til várs 2021 stendur nýggja vestursíðan liðug.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder