Innanlands

Samstarvsavtala um sløkking og bjarging í Leirvíkstunnlinum

Borgarstjórarnar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu skrivaðu udnir avtaluna í dag

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

2022-06-27 14:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skrivað undir samstarvsavtalu um sløkking og bjarging í Leirvíkstunnlinum.

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, skrivaðu undir avtaluna í dag, boða báðar kommunurnar frá í tíðindaskrivi.

– Endamálið við avtaluni er á best møguligan hátt at tryggja eina skynsama sløkking og bjarging úr báðum tunnilsmunnum.

–Avtalan verður eftirmett við ársenda 2023, siga kommunurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder