Innanlands

Samstarvsavtala undirskrivað millum Tórshavnar kommunu og Føroya Symfoniorkestur

Í avtaluni liggur m.a. at Tórshavnar kommuna stuðlar Symfoniorkestrinum við 490.000 kr. í 2021, umframt ásetingar um fak, undirvísingar- og tónleikaligt samstarv millum Musikkskúlan og Symfoniorkestrið, herundir eisini at orkestrið kann hava nótagoymslu á skúlanum og atgongd til ymiskar hentleikar har

2021-10-30 14:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna og sjálvsognarstovnurin Føroya Symfoniorekstur hava skrivað undir samstarvsavtalu.

Samstarvsavtalan skipar viðurskiftini millum Tórshavnar kommunu og herundir Tórshavnar musikkskúla yvirfyri Føroya Symfoniorkestri. Kommunan hevur í mong ár stuðlað Symfoniorkestrinum fíggjarliga og havt ymiskt samstarv. Nú hava partarnir fingið skipað samstarvið við eini greiðari avtalu, umframt at stuðulin er hækkaður munandi.

Í avtaluni liggur m.a. at Tórshavnar kommuna stuðlar Symfoniorkestrinum við 490.000 kr. í 2021, umframt ásetingar um fak, undirvísingar- og tónleikaligt samstarv millum Musikkskúlan og Symfoniorkestrið, herundir eisini at orkestrið kann hava nótagoymslu á skúlanum og atgongd til ymiskar hentleikar har.

Við hesi avtaluni ber í enn størri mun til hjá Symfoniorkestrinum at náa sínum endamáli m.a. við at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki; og við hesum at gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder