Innanlands

Samstarvsavtalan við Ísland endurnýggjað

Íslandsnevndin á Fróðskaparsetri Føroya og Føroyanevndin á Háskóla Íslands hava á 11. sinni hildið Frændafund, og samstarvsavtalan millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Islands bleiv í hesum sambandi endurnýggjað

Jón Atli Benediktson, rektari á Háskóla Islands, saman við Chik Collins rektara á Fróðskaparsetri Føroya eftir at hava undirskrivað samstarvaavtaluna partanna millum (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

Jón Atli Benediktson, rektari á Háskóla Islands, saman við Chik Collins rektara á Fróðskaparsetri Føroya eftir at hava undirskrivað samstarvaavtaluna partanna millum (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)

2022-08-27 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

16. - 18. august var frændafundur hildin í Reykjavík. Frændafundur kallast ráðstevnan, sum nú verður hildin annaðhvørt ár, har Íslandsnevndin á Setrinum og Føroyanevndin á Háskóla Islands bjóða granskarum og framhaldslesandi at halda fyrilestrar.

Grundarlagið undir Frændafundunum er rannsóknarsamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, sum rektaraavtala varð gjørd um í 1990. Í fyrstuni vóru Frændafundir hildnir triðjahvørt ár, men nýggja avtalan sigur annaðhvørt ár. Talan er um tvørfakliga ráðstevnu, og londini skiftast um at vera vertur. Eisini verður bók útgivin eftir hvørja ráðstevnu.

Í ár varð Frændafundur fyriskipaður í samstarvi við Stovn Vigdísar Finnbogadóttur og Málvísindastovn Háskóla Íslands.

Í røðu sínari legði Chik Collins, rektari, dent á týdningin, sum tætt universitetssamstarv millum Føroyar og Ísland hevur.

- Vit mugu taka hetta samstarvið í enn størri álvara og fult og heilt verkseta avtaluna millum partarnar. Fyri okkum merkir tað, at vit eisini eiga at veita skeið á enskum máli, so vit veruliga verða før fyri at taka ímóti skiftislesandi úr Íslandi. Um Fróðskaparsetrið skal vera eitt altjóða universitet, sum arbeiðir saman við samstarvsfeløgum og vinum aðrastaðni, so mugu vit bæði vera tað FØROYSKA universitetið og tað føroyska UNIVERSITETIÐ. Hetta er ikki eitt val millum tvey, men partar av tí skyldu, sum okkum er givin í lóg og í okkara strategisku lyftum. Vit mugu finna hesa javnvágina í hollum samskifti sum ein akademiskur felagsskapur og við áliti á egnan mátt, segði Chik Collins m.a.

Rektarin takkaði føroysku Íslandsnevndini og íslendsku Føroyanevndini fyri vælskipaða ráðstevnu, og hann nýtti eisini høvi at rósa góðu fysisku kørmunum, sum Háskóli Islands hevur við góðum og hóskandi bygningum og nútímans hentleikum.

- Á hesum øki eru Føroyar eftirbátur. Virðismetingin av útbúgving, gransking og vísindum verður ikki eins væl endurspeglað í fysisku verðini og á verandi kampussi í Føroyum, ikki enn í øllum førum. Her hava vit nógv at læra av okkara íslendsku frændum, segði rektarin.

Á fundi millum Íslandsnevndina og Føroyanevndina varð frá føroyskari síðu m.a. sett ynski fram um, at vísindafólk í løgfrøði verða partur av næsta Frændafundi, sum verður í Føroyum í 2024. Nú Fróðskaparsetur Føroya veitir fulla útbúgving í lóg, er stórur áhugi fyri løgfrøðiligum máli, og hetta kunnu vísindafólk frá Háskóla Islands geva íblástur til, er hugsanin.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder