
Samtaksstjórin hjá Norwegian, Jacob Schram, er uppsagdur og fer úr starvinum umgangandi. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Geir Karlsen, ið hevur verið fíggjarstjóri hjá Norwegian síðan 2018, yvirtekur starvið sum samtaksstjóri.
– Karlsen hevur staðið á odda fyri einari fíggjarligari endurreisan av Norwegian, og hevur hann teir førleikar, álitið og áhugan, sum ger hann til tann besta stjóran, sigur Svein Harald Øygard, nevndarformaður í Norwegian, sambært DR.
Norwegian skrivar, at avgerðin um at koyra Schram var tikin í gjár, og at hann sambært setanaravtalu sínari fær fulla løn í níggju mánaðir í uppsagnartíðini. Hareftir fær hann fráfaringarsamsýning í 15 mánaðir.
Jacob Schram tók við starvinum sum samtaksstjóri í Norwegian í januar í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald