Uppskotið hjá Hervør Pálsdóttir um at fáa uppskotið um broyting í Fosturtøkulógini aftur úr nevnd, varð samtykt á tingfundinum fyri løtu síðan.
18 atkvøður vóru fyri, og 15 vóru ímóti.
Sostatt byrjar 2. viðgerðin av uppskotinum hjá Steffani Klein Poulsen úr Miðflokkinum nú.
Uppskotið snýr seg m.a. um kravda ráðgeving og umhugsanartíð til kvinnur, sum ynskja fosturtøku.
Málið var til 1. viðger 24. september og hevur síðani ligið í Rættarnevndini, sum fekk longda freist til 4. november at skriva álit.
– Málið tikið frá Rættarnevndini
Steffan Klein Poulsen heldur tað vera yvirraskandi og órímiligt, at málið var “tikið frá Rættarnevndini”, sum hann málbar seg á tingsins røðarapalli.
Hervør Pálsdóttir helt hinvegin, at Rættarnevndin hevði havt ríkiligt av tíð at viðgera uppskotið, og Jóhan Dahl, tingformaður vísti á, at Rættarnevndin longu hevði fingið longt freistina einaferð og hevði ikki biðið um meira tíð.
Í skrivi til løgtingsfólkini í gjárkvøldið segði Steffan Klein Poulsen m.a. soleiðis:
– Viðvíkjandi hoyringum í nevndini, so er rætt at staðfesta, at málið er fult upplýst og at tað tí ikki er neyðugt við fleiri innkallingum.
– Hinvegin, so kunnu vit ikki staðfesta, at næsti liðurin í tilgongdini er fullgjørdur. Tað er sjálv politiska viðgerðin. Ikki tykkum at siga, so krevja summi mál minst líka nógva politiska viðgerð sum “fakliga” viðgerð. Tað, sum eisini er heilt serligt fyri hetta málið, er at flestu flokkar frístilla sínar tingbólkar til at atkvøða eftir egnari sannføring og harvið gerst politiska tilgongdin enn fløktari.
– Undirritaði heldur tað tí vera sera órímiligt, at málið verður tikið frá Rættarnevndini mitt í einari politiskari tilgongd, har broytingaruppskot og annað er til viðgerðar. Fyrst av øllum vildi undirritaði ynskt, at Løgtingsformaðurin gav Rættarnevndini longri freist og í øðrum lagi at samlaða Løgtingið vísti virðing fyri politisku viðgerðini í Rættarnevndini. Málið er í skrivandi stund bert farið 4 dagar yvir freistina.
Dagførd kl. 13.41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald