
Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í gjárkvøldið at broyta byggisamtyktina við Fossdalsgjógv við Velbastað, so Koks kann byggja eina nýggja matstovu har.
Níggju atkvøddu fyri, meðan fýra atkvøður vóru blankar.
Verkætlanin hjá samtakinum Gist og Vist, sum eigur Koks, er serstøk. Talan er um tveir býlingar, sum skulu byggjast. Annar býlingurin, hin heimari, er sjálvt matstovuvirksemi, meðan hin norðari býlingurin verður ein bóndagarður við djórahaldi, ið verður knýtt at matstovuni KOKS. Harafturat skulu smáttur byggjast í lendinum umframt aðrar serligar upplivingar fyri gestirnar, so sum ein bátabrúgv við møguleika fyri sjódypp niðri við sjóvarmálan, hitapottar í helluni møguleika at baða í sjálvari Fossdalsá.
Umsitingin og byggi og býarskipanarnevndin hjá býraðnum mæltu til at broyta byggisamtyktina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald