
Tíggju atkvøddu fyri og trý ímóti, tá býráðið í gjárkvøldið samtykti at játta 800.000 krónur til forkanningar til tunnil millum Villinga og økið undir Kerjum - har sum Hotel Føroyar liggur.
Talan er um part av innkomuvegnum til høvuðsstaðin, og avtala er fyri fleiri árum síðani gjørd við landið, um at rinda helvtina av tunlinum. Arbeiðið er ikki komið víðari, men nú vil býráðið seta ferð á málið.
Kanningarnar verða gjørdar fyri at staðfesta, um tað ber til at bora eitt berghol millum Villingardal og Hotel Føroyar.
Jákup Dam úr Tjóðveldi, og sum eisini er í teknisku nevnd, hevur gjørt vart við at Tórshavnar kommuna ikki eigur sjálv at rinda fyri forkanningarnar. Hetta er nakað, kommunan og landið eiga at deila kostnaðin av. Teir tríggir býráðslimirnir í Tjóðveldi, Elsa Berg, Gunvør Balle og Jákup Dam atkvøddu ímóti uppskotinum.
Nú skal Jarðfeingi eftir ætlan gera útbjóðingartilfarið, og síðani verður arbeiðið at gera forkanningarnar boðið út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald