Innanlands

Samverk funnið semju við Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tvey-ára avtalan varð undirritað í gjár. Hon inniber eina lønarhækkan á 4,32 prosent nú

2025-04-09 11:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 8. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Nýggi tvey ára sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2025 til 1. mai 2027. Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka soleiðis:

1. mai 2025 hækkar lønin við 4,32 prosentum
1. mai 2026 hækkar lønin við 3,87 prosentum

Frá 1. januar 2026 verður nýggj áseting galdandi, sum ger at døgurðasteðgurin sambært grein 3, stk. 1 ikki verður frádrigin arbeiðstíðini. Starvsfólk, sum arbeiða fleiri enn 5 tímar um dagin, hava rætt til døgurðasteðg, sum er minst 20 minuttir, og hesin verður við nýggju ásetingini nú løntur døgurðasteðgur.

Eisini eru broytingar í lønartalvunum sum hava við sær at trý lønarstig fella burtur í ávikavist lønarbólki 2 og lønarbólki 4, soleiðis at tað verður skjótari at náa endastignum:

Lønarbólkur 2
Núverandi starvsaldur 5, 7 og 9 fella burtur. Eftir standa 8 lønarstig.

Lønarbólkur 4
Núverandi starvsaldur 3, 6 og 9 fella burtur. Eftir standa 11 lønarstig.

Sáttmáli og lønartalvur verða nú dagførd og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.

Samverk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder