Á nýggjárinum yvirtók Sandavágs Timburhandil virksemið hjá Uno og Skousen í Havn. Sostatt verða køkar og hvítvørur nú partur av vaksandi úrvalinum hjá Sandavágs Timburhandli.
Yvirtøkan er eisini enn ein liður í at betra um marknaðarstøðuna hjá Sandavágs Timburhandli í høvuðsstaðarøkinum, har Sandavágs Timburhandil lat upp væl móttikna handverkarabúð í summar. Handverkarabúðin húsast fyribils enn á Heygsvegnum ímeðan hølini í Smiðjugerði verða fyrireikað. Væntandi verður flutt niðan í Smiðjugerði um seks til átta vikur.
Eftir ætlan verður køksdeildin partur av Sandavágs Timburhandli, meðan Skousen framhaldandi kemur at virka undir egnum navni og við egnari tænastudeild, sum eisini heldur til í Smiðjugerði.
Uno byrjaði sum súkkluhandil og síðan køkshandil, áðrenn Skousen legðist afturat í 2019. Skousen er annars væl kent í Føroyum, og hevði í fleiri ár væl rikna deild á Staravegnum á Hálsi í Havn.
Sandavágs Timburhandil varð stovnaður í 1974, og fyllir sostatt fimmti í ár. Frá at vera ein meira staðbundin timburhandil nógv tey fyrstu árini, er Sandavágs Timburhandil í dag veitari til byggivinnuna og einstaklingar um alt landið, og til alt frá smærri umvælingum og til størstu verkætlanirnar – við ókeypis útkoyring har landfast er.
Í sambandi við umleggingina eru køksdeildin og Skousen í Smiðjugerði afturlatin hesa vikuna, men latið verður uppaftur 8. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald