Eftir middag fóru sandavágsmenn til fjals í koti og føroyskari húgvu. Ikki at reka seyð, men at sláa tunnu.
Seinnu árini hava nakrir menn í bygdini sligið tunnu fastalávintsmánadag, og í ár var roynt at sláa tunnu uppi á Reynabrúgv, sum liggur nakað omanfyri Sandavág. Niðan við sær bóru teir plankar, so teir fingu riggað sær ein gálga til.
(Mynd: Jn.fo)
Veðrið var gott, og tað tók einar tveir tímar at fáa tunnuna niður, og kattakongur gjørdist Andras á Lofti.
(Mynd: Jn.fo)
Nú eru teir komnir oman aftur í bygdina, har ræst kjøt verður á skránni.
Hetta verður tó ikki einasta tunna, sum hesir menninir sláa niður í dag, tí í kvøld verður felagstunna í Sandavági.
Fleiri myndir verða at síggja á jn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald