Uttanlands

– Bloomberg kann ikki vinna á Trump

Fyrrverandi borgarstjórin í New York City kann ikki skapa tað slagið av eldhuga og orku, sum er neyðugt fyri at fáa nóg stóra valluttøku til at vinna á Trump, sigur Bernie Sanders

Michael Bloomberg (Savnsmynd)

Michael Bloomberg (Savnsmynd)

2020-02-16 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eg stilli upp fyri at vinna á Donald Trump, og eg stilli upp fyri at endurreisa USA, og fyri at uppbyggja eina tjóð, sum vit kunnu vera errin av.

Soleiðis segði Michael Bloomberg m.a., tá hann leygardagin førdi valstríð í Virginia.

Fyrrverandi borgarstjórin í New York City roynir í løtuni at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, men sambært einum øðrum valevni, Bernie Sanders, er Michael Bloomberg ikki førur fyri at vinna á Trump.

– Sannleikin er tann, at Bloomberg borgarstjóri við øllum sínum pengum ikki kann skapa tað slagið av eldhuga og orku, sum er neyðug hjá okkum fyri at fáa nóg stóra valluttøku til at vinna á Trump, segði Sanders í sambandi við ein galladøgurða hjá demokratunum í Las Vegas í gjár.

Bernie Sanders kemur annars sjáldan við atfinningum móti sínum kappingarneytum, men hesu ferð finst hann hvassliga at Bloomberg.

Sanders finst m.a. at áskoðan hansara um minstulønina, skatting av teimum ríku og uppílegging á Wall Street.

Sjálvur leggur Bloomberg dent á stríðið móti veðurlagsbroytingum og umhvørvisdálking. Eisini ynskir hann at fáa vápnalógina broytta, so tey kunnu minka um vápnini í samfelagnum.

Michael Bloomberg er 77 ára gamal, og hann eigur fíggjarmiðilin Bloomberg News. Sambært DR er hann tann 8. ríkasti persónurin í USA og tann 9. ríkast í heiminum. Hann hevur lisið á Harvard University og var borgarstjóri í New York City í árunum 2002 - 2013.

Bloomberg var í árunum 2001 - 2007 limur í republikanska flokkinum, men síðan oktober 2018 hevur hann verið limur í demokratiska flokkinum, har hann eisini var limur áðrenn 2001.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder