Innanlands

Sandoyarstevna í Húsavík 2. til 4. juli

Konsertir og hugni á skránni - konsertir m.a. við Hanus G. Johansen

(Mynd: Visit Sandoy)

(Mynd: Visit Sandoy)

2021-06-22 08:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sandoyarsetevnan verður í ár hildin í Húsavík í døgunum 2. til 4. juli. Ungmannafelagið Sólarris skipar fyri í ár

Visit Sandoy hevur kunngjørt eina spennandi skrá fyri stevnuna, sum Jákup Sørensen setir heima á Stórastovutúni fríggjakvøldið.

Annars er tað Niklasargarður, sum er miðdepul fyri stevnuna. Her verður møguligt at keypa sær mat fríggjakvøldið, og seinni verður konsert við Fríða Sigmundssyni.

Leygardagin er drúgv og fjølbroytt skrá. Her verður áartusk, sjódypp við sauna og hitapotti, sigling í gummibátum, kondibingo, kassastápling, tivoli við hoppiborgum og onnur serlig tiltøk fyri børn.

Fleiri konsertir eru á skránni. Tey ið framføra eru Ingi Poulsen og Danny Baldursson, Ester Kristiansen, Janus Wiberg og Hanus G. Johansen. Á midnátt verður dansur við Fourmenh.

Sunnudagin eru tivoli aftur opið, á gudstænastuni í kirkjuni verður luttøka av sangbólkinum The Gadders, og seinnapartin verður skipað fyri søguligum gongutúri.

Skráin sæst á Facebookbólkinum hjá Sandoyar Kunningarstovu/Visit Sandoy   

(Tekstur broyttur kl. 09.55 - Hanus G. var ikki komin við á skránna yvir tónleikatiltøk)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder