Innanlands

Sandoyarstevnan fer av bakkastokki í morgin

Ungmannafelagið Sólarris skipar fyri, og skráin er rúgvusmikil. Stevnan er heusferð í Húsvík.

Stevnan í fjør varð avlýst vegna koronu

Stevnan í fjør varð avlýst vegna koronu

2021-07-01 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stevnan skiftir ímillum bygdirnar og skuldi vera í Húsavík í fjørð, men bleiv tá avlýst orsaka av Korona. Vikuskifti verður stevnan hildin.

Tað er Ungmannafelagið Sólarris, sum skipar fyri, og skráin fyri stevnuna er rúgvusmikil við nógvum tónleiki og nógvum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.

Sandoyarstevnan verður sett fríggjakvøldið kl 18.30 á Stórastovutúni. Tað verður Jákup Sørensen, ið setir stevnuna og ítróttarfólk í oynni ganga skrúðgongu. Aftaná verður grillað í Niklasagarði - tað er millum kirkjuna og Stórastovutún. Har verða eisini tvær konsertir - onnur við Fríða Sigmundsson og hin við Hanus G. Johansen.

Skráin leygardagin byrjar kl 11.00 við áartuski. 

- Leiðin til áartuskið er løgd, og vit kunnu uttan iva lova, at tey luttakandi verða bæði skitin og vát. Túrurin er gjøgnum áir, veitir, rør, eftir sandinum, á sjógv og í mýrilendi. Umráðandi er at vera í klæðum, ið tit ikki eru sart um

Tiltakið er fyri øll. Tey, ið ynskja at kappast, fara fyrst avstað, men eisini ber til at njóta túrin - um mann kann njóta tað at aka í bleytum og vátligum lendi, siga fyrireikararnir

Konsertir, guðstænasta og alskyns tiltøk uttandura

Leygardagin verður eisini sjódypp við sauna og hitapotti, tivoli, sigling við gummibátum, kondibingo og barnatiltøk á vøllinum.

Leygarkvøldið verða aftur konsertir. Tær verða við Inga Poulsen og Danny Baldursson, Ester Kristiansen og Janusi Wiberg. Á midnátt verður felagssangur og midnáttarrøða. Tað er Eyðna Magnussen sum heldur midnáttarrøðuna, og aftaná spæla FourMENh til dans.

Sunnudagin byrjar skráin við Gudstænastu í kirkjuni, har The Gadders eisini fara at syngja. Seinnapartin verður gongutúrur við frásøgufólki runt bygdina, og tivoli og kaffistovan eru opin.

Stevnuskráin endar við útimøti kl. 17.00.


Skrá:

Fríggjadagur 2. juli

Kl. 17.00 ​Biografur í Sólarris fyri børnini

Kl. 18.30 ​ Skrúgonga við ítróttarfólkunum í oynni Jákup Sørensen setur stevnuna heima á Stórastovutúni

Kl. 19.30​ Grillin tendrar í Niklasagarði, stevnuburgari, sodavatn, øl, cider, kaffi, te, tombola, o.a. til keyps

Kl. 19.30 ​Konsert við Fríða Sigmundsson í Niklasagarði

Kl. 20.30 ​ Konsert við Hanus G. Johansen í Niklasagarði


Leygardagur 3. juli

Kl. 11.00 ​Áartusk, luttøkugjald er keyp av atgongumerki

Kl. 11.00 ​Sjódypp við sauna og hitapotti

Kl. 15.00 ​Kaffistovan letur upp

Kl. 15.00 ​Tivoli letur upp

Kl. 15.00 ​Hoppiborgir

Kl. 15.00 ​Sigling við gummibátum í ánni (um veðrið er til vildar)

Kl. 15.00 ​Tombola

Kl. 15.00 ​Kondibingo, plátur kunnu keypast í Sólarris, selt verður til onki er eftir

Kl. 15.00 ​Kapping í kassastáplan

Kl. 16.00 ​Barnatiltøk á vøllinum

Kl. 17.30​ Konsert við Inga Poulsen og Danny Baldursson

Kl. 18.00 ​Stevnubúffar í stóra tjaldinum

Kl. 19.00 ​Konsert við Ester Kristiansen

Kl. 20.30 ​Konsert við Janus Wiberg

Kl. 22.00 ​Linedansur

Kl. 24.00 ​Felagssangur og miðnáttarrøða við Eydnu Magnussen

Aftaná verður dansur við FourMENh


Sunnudagur 4. juli

Kl. 12.00 ​Guðstænasta við presti, The Gadders syngja.

Kl. 15.00​ Kaffistovan letur upp

Kl. 15.00​Tivoli letur upp

Kl. 15.00​ Søguligur gongutúrur við frásøgufólki Byrjað verður við Sólarris

Kl. 17.00​ Útimøti við Missiónshúsinum í Skopun



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder