Innanlands

Sandoyartunnilin góðkendur til almenna ferðslu

Umleið 80 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Sands Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku í gjár lut í venjingini, sum eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-12-20 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var ein stór venjing í Sandoyartunlinum, har 80 fólk luttøku. Endamálið var at tryggja, at nýggi undirsjóvartunnilin er tryggur til almenna ferðslu.

Hetta er ein formleiki, men tað krevur eitt sindur. Ymisk umboð vóru við í venjingini, har kannað var, at alt er í lagi áðrenn stóra dagin í morgin.

- Venjingin var í gjárkvøldið. Umleið 80 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Sands Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum. Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.

Soleiðis skrivar Landsverk á heimasíðu sínari í dag, í samband við at Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið nú hava góðkent Sandoyartunnilin til almenna ferðslu. 

[object Object]

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar í gjár og hevur góðkent tilbúgvingina í Sandsoyartunlinum. Trygdarútgerðin í tunlinum skuldi trýstroynast í einari stórari venjing áðrenn.

- Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Sandoyartunnilin lýkur øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Sandoyartunnilin til almenna ferðslu. Latið verður upp fyri almenari ferðslu seinnapartin í morgin, hósdagin 21. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder