Innanlands

Sandoyartunnilin gongur eftir ætlan

Tunnilin skal vera liðugur í desember 2023, og í løtuni er einki sum bendir á, at tað ikki fer at halda

(Savnsmynd: Sonni á Horni)

(Savnsmynd: Sonni á Horni)

2022-08-19 19:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur eftir ætlan at gera 10,7 kilometra langa tunnilin millum Streymoynna og Sandoynna.

Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eysturoyar- og sandoyartunlar, sigur við útvarpið, at asfaltarbeiðið varð liðugt áðrenn summarfrítíðina, og nú verður arbeitt við at vatntryggja tunnilin.

Betongarbeiðið er komið væl áleiðis. Portalurin á Gomlurætt er liðugt stoyptur, og arbeiðið at gera tann í Traðardali er farið í gongd.

Eisini eru fyrireikingarnar til elarbeiðið eru farnar í gongd.

Eftir ætlan skal tunnilin vera liðugur í desember 2023, og í løtun ier einki sum bendir á, at tað ikki fer at halda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder