Innanlands

Sandoyartunnilin nærkast Kirkjubø

Nærum tveir kilometrar eru nú boraðir av Sandoyartunlinum

562 metrar eru nú boraðir á Gomlurætt (Mynd: Estunlar.fo)

562 metrar eru nú boraðir á Gomlurætt (Mynd: Estunlar.fo)

2019-11-20 15:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í síðstu viku vóru 131 metrar boraðir av Sandoyartunlinum, og í alt eru nú 1.614 metrar nú boraðir av tunlinum, sum fer at knýta Sandoynna og Streymoynna saman.

Í Traðardali vóru 58 metrar boraðir, og har eru nú 1.052 metrar boraðir.

Á Gomlurætt verður í fyrsta umfari borað móti Kirkjubø, og skjótt verður borað undir bygdini. Í síðstu viku vóru 73 metrar boraðir og har eru í alt boraðir 562 metrar.

Samlaða longdin á tunlinum verður knappar 11 kilometrar, og koyrandi verður í 2023.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder