2021-12-13 10:23

Nú eru tilsamans 10.516 av teimum 10.786 metrunum boraðir í Sandoyartunlinum. Sostatt eru nú bert 269 metrar eftir, upplýsir P/f Eystur- og Sandoyartunlar.
Í farnu viku vóru 53 metrar boraðir frá Gomlurætt.
Fyri tveimum vikum síðani var liðugt at bora í Traðardali, eftir at 5.600 metrar vórðu boraðir tilsamans.
Ætlanin var at koma ígjøgnum áðrenn nýggjár, men tað verður væntandi stutt eftir nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald