2024-01-06 11:19
Sandoyartunnilin var stongdur eina løtu seinnapartin í gjár. Orsøkin var tó ikki nakað álvarsligt men bert eitt tekniskt brek sum gjørdi, at bummurin fór niður.
Løgreglan fekk boð um hendingina klokkan 16.34, og longu klokkan 16.47 var opið aftur.
– Har eru góð myndatól inni í tunlinum, so vit síggja beinanvegin, at har er einki galið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
– Teknikarar vóru skjótir á staðið og fingu staðfest, at tað helst var ein følari, sum tað var galið við, og fingu rættað brekið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald