Beint fyri jól í 2023 læt Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tað var ein løta, ið nógv høvdu bíðað eftir - serliga sandoyingar.
Tað var sjálvandi óvist, júst hvussu nógv tunnilin fór at verða nýttur. Metingin hjá Tunnilsfelagnum var tó eitt stað millum 300-400 bilar um samdøgrið fyri hvønn mánaða.
Nú eru tølini fyri síðsta mánaða komin. Í miðal koyrdu 783 bilar í Sandoyartunlinum um samdøgrið í februar.
Harvið er talið umleið tvífalt so nógv, sum væntað var, og er tað sjálvandi ógvuliga jaligt fyri Tunnilsfelagið.
Ferðslan í øllum undirsjóvartunnlunum var eisini størri í februar í ár enn í februar í fjør.
Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið fyri eitt samdøgur 5.898. Tað var 5.355 í fjør.
Í Norðoyatunlinum var miðaltalið 4.037. Tað var 3.806 í februar í fjør.
Í Vágatunlinum var talið 2.472. Tað var 2.315 í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald