Innanlands

Sandvíkingar sóu grindina úr landi

Verður hildin til í Hvalba um eina løtu

Sandvík (Mynd: Google)

Sandvík (Mynd: Google)

2021-07-08 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var beint áðrenn klokkan sjey í morgun, at tað ljóðaðu grindaboð úr Sandvík.

Sandvíkingar sóðu eina stóra grind heilt inni í víkini. Tað vísti seg, at springarar vóru uppi í.

Bátar, bæði úr Sandvík og Hvalba løgdu frá landi og fingu rættiliga skjótt skilt springararnar frá grindini, og løgdu leiðina móti Hvalba.

Jaspur Vang, sýslumaður segði nakað fyri klokkan 9 í morgun, at raksturin gekk væl, og at teir tá vóru komnir inn á hálvan Hvalbiarfjørð.

Sýslumaðurin torir ikki at meta um støddina á grindina, men aðrir hava mett hana til at vera millum 70 og 100 hval.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder