Fýra kór og ein tónleikabólkur fara leygarkvøldið á pall í Norðurlandahúsinum, har tey fara at framføra tónleik eftir tónaskaldið Kára Bæk, sum fylti 70 í september.
Tónleikabólkurin er sjálvandi Aldubáran, og kórini eru Vestmanna Sangkór, Tórshavnar Kamarkór, Tarira og Tórshavnar manskór. Øll hava tey til felags, at Kári hevur skrivað teimum tónleik, og kórunum hevur hann øllum dirigerað.
Konsertin leygarkvøldið klokkan 19.30 er fullsett. Tó verður hon stroymd, so øll kunnu fylgja við. Sí leinkjuna á nlh.fo.
Kári Bæk hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í yvir 40 ár. Fyrst sum kór- og orkesturleiðari og tónleikari, men seinni í stóran mun eisini sum tónaskald.
Fyrstu verkini hjá Kára vóru útsetingar fyri kór, men seinni hevur hann skrivað ein hóp av tónleiki fyri bæði solistar, ensemble, kór og symfoniorkestur.
Kári Bæk hevur vunnið og verið í uppskoti til eina røð av virðislønum. Í 2012 varð hann t.d. tilnevndur til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Askur og Embla, og í 2000 vann hann við verkinum Heimahøllin aðru virðisløn í kapping um at skriva ólavsøkukantatu til túsundáraskiftið.
Hann fær javnan bíleggingar frá tónleikarum og kórum bæði her heima og uttanlands, og tónleikur hansara hevur verið framførdur av m.a. heimskendu London Symphony Orchestra, sum spældi tónleikaævintýrið Veiða Vind í 2019, og víðagitna vokalbólkinum The King’s Singers, sum tvær ferðir hava sungið vælumtókta sangin Summarkvøld.
Summarkvøld umframt onnur kend kórverk sum Jarðareyga, Nun lob mein Seel, Brót so stillan og Nú rennur sólin fríð hoyra øll til tann føroyska kórskattin, sum føroysk kór javnan framføra.
Skráin til konsertina leygarkvøldið verður ein blanding av instrumental- og kórtónleiki, og skal lýsa virksemið hjá Kára hesi seinastu 40 árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald