Aftur í ár verður skipað fyri sangfagnaði í Leguhúsinum í Nesvík í heystfrítíðini.
Sangfagnaðurin verður 15.-17. oktober, hósdag til leygardag og er fyri børn, sum ganga í 3.-7. flokki. Umframt kórvenjingar eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni eins og á øðrum legum.
Fyrsti sangfagnaðurin varð hildin í Nesvík í 2016, og síðan hevur sangfagnaður verið á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá tiltakið varð avlýst vegna koronufarsóttina.
Hetta er 10. ferð, at skipað verður fyri árliga sangfagnaðinum, og tað verður hátíðarhildið, skrivar Trúboðin.
Sangfagnaðurin endar við tveimum stórum konsertum í høllini í Nesvík. Fyrstu árini vóru konsertirnar í Løkshøll í Runavík, men eftir at nýggja høllin í Nesvík varð tikin í nýtslu í 2019, hava konsertirnar verið í Nesvík.
Evnið í ár verður "Syng Guði Lov", og kórini fara bæði at syngja nýggjar sangir og sangir frá undanfarnum sangfagnaðnum.
Tilmeldingin til sangfagnaðin letur upp hósdagin 3. september klokkan 17 og fer fram á mission.fo/tilmelding. Konsertirnar verða í Nesvík 17. oktober klokkan 14.30 og 16.30, og verða atgongumerkini sett til sølu seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald