Innanlands

Sangfagnaðurin 2024 er byrjaður

165 børn møttu upp til fullteknaðu leguna fyrrpartin. Enda verður við stórum konsertum leygardagin

- Í mjørkanum í morgun fyltist Leguhúsið í Nesvík við spentum sangglaðum børnum. Kórið skal seinni framføra til Stórmøtini (Mynd: trubodin.fo)

- Í mjørkanum í morgun fyltist Leguhúsið í Nesvík við spentum sangglaðum børnum. Kórið skal seinni framføra til Stórmøtini (Mynd: trubodin.fo)

2024-10-17 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í mjørkanum í morgun fyltist Leguhúsið í Nesvík við spentum sangglaðum børnum. Móttøka var klokkan 9.00 og bilar streymaðu frá Brúnni norður til Leguhúsið í Nesvík.

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari í dag.

Í ár eru 165 børn á legu, og tað gingu ikki nógvir minuttir, frá tí tilmeldingin lat upp, til legan var fullteknað.

[object Object]
Nesvík í morgun (Mynd: trubodin.fo)

Leiðarar eru Leila A. og Bárður K. Nielsen og Henny og Jóhannus Mikkelsen. Afturat teimum hava tey kórleiðarar, kamarsleiðarar, kokkar og ymisk hjálparfólk.

- Á sangfagnaðinum læra børnini nýggjar sangir. Felagskórið syngur 4 sangir og so eru børnini býtt upp í eitt barnakór og eitt junior kór, sum hvør syngur 3 sangir.

Sangfagnaðurin endar leygardagin við tveimum konsertum, sum vera i høllini í Leguhúsinum. Tann fyrra byrjar klokkan 14.30 og er nærum útseld og tann seinna byrjar kokkan 16.30 og er útseld.

Møguleiki verður tó at hoyra ítøkiliga úrslitið frá Sangfagnaðinum seinni í mánaðinum, skrivar Trúboðin at enda.

- Høvið verður at hoyra Sangfagnaðarkórini syngja aftur til stóra Simba-Hittið, sum verður í sambandi við Stórmøtini hjá Heimamissiónini. Hetta verður í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn, sunnudagin 27. oktober klokkan 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder