Tvey tey næstu vikuskiftini verður SMS karmur um nonevndu SMS-Vox-sangkappingina.
Talan er um eina nýggja sangkapping fyri børn og ung, sum eru millum 8 og 15 ár. Hesum boðar SMS frá í dag. Staðfest verður eisini, at hetta skal vera ein møguleiki at fagna teimum musikalsku ungu og tónleikinum.
- SMS-Vox gevur teimum ungu møguleika at framføra fyri stórari fjøld av áskoðarum í SMS. Vinnarin framførir haraftrat á Voxbotni, og vinnarin sleppur at royna seg í studio.
Tvey innleiðandi umfør eru á skránni. Tað fyrra innleiðandi umfarið verður nú leygardagin 13. apríl, og tað seinna leygardagin 20. apríl. Sjálv finalan verður leygardagin 27. apríl - øll umførini byrja klokkan 15.
SMS hevur eisini kunngjørt dómararnar. Her er talan um kend føroysk tónleikafólk: Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Jórunn Gudmundsen, Danny Baldursson, Edith Dahl Jakobsen
Meðan tiltakið koyrir á Torginum vera eisini ymiskar kappingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald