Innanlands

Sangløta til heiðurs fyri Árna Jacobsen

Nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen, sáli, hevur yrkt ella týdd, er komin út. Í hesum sambandi verður konsert í Betesda í Klaksvík sunnukvøldið 29 mai klokkan 19

2022-05-24 19:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnukvøldið 29 mai, Norðoyastevnudag, klokkan 19 verður ein serstøk sangløta/konsert í Betesda í Klaksvík, í samband við at nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týtt, kemur út.

Talan er um konsert til heiðurs fyri Árna Jacobsen, sála.

Á fløguni eru seytjan sangir við Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitin, Zamar, Eyðun Jacobsen, og harafturat syngja børnini hjá Elisabeth og Árna, Alex, Jóna og Rani, ein sang.

Tónleikurin til fløguna er innspældur í Crossroad Studios í Arden NC við Jeff Collins sum produsara.

Røddirnar eru tiknar up í studionum hjá Erik Biskopstø, Pætur Gerðalíð og Torkil Mørkøre. Ljóblanda og mastra hava Erik Biskopstø, Torkil Mørkøre og Kristoffur Mørkøre.

Til ber at ogna sær fløguna til hesa sangløtuna, har drekkamunnur eisini er á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder