Mentan

Sangløtur í Hólmahúsinum á Eiði

Leygarkvøldið og sunnukvøldið fer Svein í Prestgarði at syngja saman við Rakul Bærendsen og Oliviu Tausen – Svenning av Lofti skipar fyri

Svein í Prestgarði fer at framføra bæði kvøldini (Savnsmynd)

Svein í Prestgarði fer at framføra bæði kvøldini (Savnsmynd)

2020-11-20 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið verður Hólmahúsið á Eiði karmur um sangløtur. Tað er Svenning av Lofti, sum skipar fyri, og fer hann í hesum sambandi eisini at bera fram ein boðskap, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Fyrra sangløtan verður leygarkvøldið klokkan 19.30, og tann seinna verður sunnudagin klokkan 17.

Svein í Prestgarði fer bæði kvøldini at syngja saman við Rakul Bærendsen og Oliviu Tausen. Sunnukvøldið fara Fríðbjørg og Andras Andreasen eisini at syngja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder