The King’s Singers er nakað av tí besta, tú kanst uppliva, tá ið snýr seg um kórsang. Og í gjárkvøldið kundu føroyingar á øðrum sinni uppliva hesar seks úrmælingarnar tá teir høvdu konsert í Norðurlandahúsinum.
King’s Singers vóru her fyri tveimum árum síðani, fullu fyri Føroyum, og lovaðu at koma aftur. Og aftur á konsertini í gjár lovaðu teir, at hetta ikki var seinastu ferð, teir vitjaðu.
Kærleikin til Føroya sæst aftur í sangúrvalinum. King’s Singers kundu í gjárkvøldið framføra eina nýggja útseting av føroyskari vísu, ið varð framførd fyrstu ferð alment í gjár.
Tað er ’Nornagest Ríma’, sum teir hava fingið ein bretskan tónasetara, Keiran Brunt, at útseta serliga fyri teir. Vísan er við á nýggjstu fløguni hjá bólkinum, ’The Library, Vol.1’, ið kom út í undanfarnu viku, og eisini er at finna á vanligu tónleikatænastunum, so sum iTunes og Spotify.
King’s Singers syngja vísuna á føroyskum, og framførslan í gjárkvøldið varð stórliga fagnað, hóast tað – skal viðgangast – ikki er so lætt at skilja hvat teir siga, tá teir syngja ’... hvíta tjald nívur niður frammi’ hóast tað verður endurtikið fleiri ferðir.
Og Nornagest Ríma var ikki einasta føroyska lagið, sum kongaligu sangararnir sungu í gjárkvøldið.
- Vit hava ein annan, og tað er ikki so nógva aðra staðni í verðini, vit kunnu syngja hann fyri fólki, sum skilja tekstin, so hví ikki?, søgdu teir, tá teir við taktføstum lógvabrestum vórðu róptir inn aftur á pallin á triðja ella fjórða sinni.
Og so trivu teir í vakra sangin ’Summarkvøld (Mjørkin kemur líðandi í skarðið)’ ein yrking hjá Regini Dahl, sum Kári Bæk hevur gjørt lag til. Sangararnir høvdu eisini henda sangin á skránni, tá teir vitjaðu fyri tveimum árum síðani.
Spennandi at vita hvat teir koma við næstu ferð teir vitja.
Konsertin í gjárkvøldið var ein hugtakandi uppliving, sum vísir hvat mannligar sangrøddir, heilt frá hægsta kontratenorinum í falsett til djypsta bassin, kunnu gera saman, tá tær eru so væl samanvandar, sum tað yvirhøvur ber til.
Fyrsti partur av konsertini kallaðu teir ’Finding the harmony’ har teir arbeiða við samanrenningum, harmonium, bæði tónleikaliga og í yvirførdum týdningi. Fyrst fingu vit dømir um serligar harmoniskar kompositiónir upp gjøgnum søguna, alt frá aldargomlum kirkjutónleiki og fram til nútíðina.
Síðan fingu vit dømir um, hvussu menniskju hava roynt at finna tónan og harmoniina í svárum tíðum. Um hvussu sangur hevur sameint fólk í neyð og kríggi. Mest hugtakandi var eitt georgiskt lag, men eisini onkur løg, vit kendu aftur, spiritualurin ’This little light of mine’ í eini heilt øðrvísi útseting enn vit eru von við, og so kenda meksikanska fólkalagið ’Cielito lindo’, sum var hæddarpunktið í fyrra parti av konsertini.
Triði parturin av ’leitanini eftir samljóðinum’ vóru tvey dømi upp á heilt nýhugsandi mátar at skriva tónleik – hugtakandi og skemtiligt, serliga eitt stykki, sum snúði seg um hvussu bretar í hesum døgum fyrihalda seg til altyvirskuggandi politisku avgerðina, ið fólkið hevur tikið. um at melda seg úr harmoniini, ið annars hevur valda á politiskum støði í Evropa seinastu 30-40 árini.
Eftir støðgin fingu vit fyrst eina longri modernaða kompositión, ið veruliga vísti hvat hesir dugnaligu ungu sangararnir eru førir fyri.
Síðan settu teir nótastólarnar til viks og góvu – eins og seinast – nøkur dømi upp á meira populeran tónleik, tó byrjandi við heimspremieruni av ’Nornagest Rímu’.
Hetta var tað, flestu áhoyrarnir vóru komnir eftir, merktist á reaksjónunum í salinum.
Vit hoyrdu ’Yesterday’ hjá McCartney og Lennon, sum er við í nýggjastu útgávuni, eina framúr útgávu av ’Seaside Rendevous’ hjá Queen, eitt undirhaldandi petti burtur úr ’Porgy & Bess’ hjá Gershwin og so, sjálvandi, hugtakandi vakra ’And so it goes’ hjá Billy Joel, ið tykist vera vorðið eyðkennislagið hjá sangbólkinum nú.
Sum eykaløg fingu vit amerikanska spiritualin ’Down to the river to pray’og áðurnevndu komposisjónina hjá Kára Bæk – ið endaði sera væleydnaða kvøldið í Norðurlandahúsinum.
Herundir hava vit gjørt ein Spotify-lista yvir nøkrum av hesum kendu løgunum hjá King’s Singers, og so nøkur afturat burtur úr umfatandi kataloginum av populerum tónleiki, sum King’s Singers, sum høvi og stundir ikki var at hoyra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald