Innanlands

Sankta Frans Skúli 90 ár – ein varði í Varðagøtu

Hátíðarhald hevur verið í dag, har borgarstjóran millum annað vísti á týdningin av skúlanum, takkaði fransiskanarasystrunum, nú tær flyta av landinum og handaði málning hjá Finleifi Mortensen

Fransiskanarasystrarnar byrjaðu skúlan á hesum staði í 1933 og hevur hann merkt nógv fyri fleiri ættarlið. Kommunan yvirtók skúlan í 1985

Fransiskanarasystrarnar byrjaðu skúlan á hesum staði í 1933 og hevur hann merkt nógv fyri fleiri ættarlið. Kommunan yvirtók skúlan í 1985

2023-12-08 16:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag eru 90 ár liðin, síðani Sankta Frans Skúli varð tikin í nýtslu uppí í Varðagøtu. Í hesum sambandi hevur hátíðarhald verið, og nógv fólk var komið saman í skúlanum at hátíðarhalda dagin.

Tað vóru Fransiskanarasystrarnar, ið byrjaðu skúlan. Kommunan yvirtók skúlan í 1985.

- Ein varði í Varðagøtu seinastu 90 árini. Tað haldi eg, at vit kunnu siga um Sankta Frans skúla

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í røðu sínari.

[object Object]

[object Object]

Sankta Frans skúli er ein umráðandi partur av skúlasøguni í Tórshavnar kommunu, men borgarstjórin vísti á, at skúlin eisini hevur stóran týdning í hansara persónligu søgu, tí børnini, abbabørn og langabbabørn hjá honum hava gingið í skúlanum.

Borgarstjórin takkaði fransiskanarasystrunum fyri tað, ið tær hava gjørt fyri Havnina og Føroyar, og ynskti teimum góðan byr, nú tær flyta av landinum.

Til seinast fekk Sankta Frans Skúla handað ein málning av skúlanum í gávu. Listamaðurin Finleif Mortensen hevur málað.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder