Innanlands

Sankta Frans skúli fær loksins framhaldsdeild

Býráðið hevur sett sær fyri, at skúlaárið 2023/24 verður framhaldsdeild skipað í Sankta Frans skúla, so at til ber at ganga øll árini frá forskúla til 9. flokk í skúlanum, júst sum næmingarnir í hinum skúlunum kunnu

2022-02-25 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sankta Frans skúli fær nú loksins eina framhaldsdeild. Hetta samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.

Hetta er eitt gott mál fyri skúlan, skúlabørnini og Havnina, nú stórur fólkavøkstur er, skrivar kommunan.

Sankta Frans skúli er vælumtóktur skúli, sum hevur gingið undan við forskúla í meira enn hálva øld. Men tó hevur altíð manglað ein framhaldsdeild, og hava næmingarnir verið noyddir at flyta í annan skúla, tá tey skulu í 8. flokk. Hetta verður nú søga.

Býráðið hevur sett sær fyri, at framhaldsdeild skipað í Sankta Frans skúla frá skúlaárinum 2023/24, so at til ber at ganga øll árini frá forskúla til 9. flokk í skúlanum, júst sum næmingarnir í hinum skúlunum kunnu. Ætlanin er at byggja nýggj skúlahøli til endamálið, hetta arbeiðið fer í gongd beinanvegin, skrivar kommunan.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur seg fegnast um, at Sankta Frans skúli loksins fær somu møguleikar sum hinir skúlarnir.

– Tað hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnunum og fyri undirvísingarætlanina yvir ár. Býráðið hevur eisini samtykt, at skúlar við framhaldsdeild kunnu skipa rásir og tilboð, so at næmingarnir kunnu fáa fleiri valmøguleikar. Býráðið samtykti eisini, at skúlarnir skulu samstarva um hetta, alt fyri næmingsins besta, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder