Fríggjadagin 8. desember eru júst 90 ár farin, síðani Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn. Í hesum sambandi verður opið hús á skúlanum fríggjadagin.
Hesum boðar Sankta Frans skúli frá í skrivi í dag.
Undangongukvinnurnar byrjaðu barnagarð og skúla í Bringsnagøtu í 1931. Av tí at barnatalið vaks støðugt í høvuðsstaðnum, og trongligt var í kommunalu skúlanum, so bøtti teirra íkast og íløga væl um.
- H.C.W. Tórgarð arkitektur í Havn teknaði skúla og kirkju, sum standa sum varðar yvir hesi farnu 90 ár. Vakri, reyði skúlabygningurin er ein eyðkend býarmynd í høvuðsstaðnum.
- Fransiskanarasystrarnar, ið høvdu ymiskan tjóðskap, funnu rætta stevið í felagsarbeiðnum, børnunum í býnum at frama. Virkisfýsni teirra fevndi um fólkaskúla, vøggustovu, barnagarð, forskúla, húsarhaldsskúla, kvøldskúla o.a, skrivar Sankta Frans skúli.
Skúlin bjóðar øllum at vera vælkomin inn á gólvið í skúlanum merkisdagin, fríggjadagin 8. desember. Opið hús er frá klokkan níggju til klokkan 13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald