Ein sendinevnd umboðandi Klaksvíkar býráð er í hesum døgum á vitjan í russiska stórbýnum Sankta Pætursborg, har tað í morgin verður skrivað undir vinarbýaravtala millum næststørsta bý í Føroyum og næststørsta bý í Russlandi.
Umboðini fyri Klaksvíkar býráð eru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og Óli M. Lassen, formaður í teknisku nevnd.
Í gjár var millum annað vitjað í stóra arktiska granskingarstovninum, Arctic and Antarctic Research Institute, sum hevur høvuðssæti í Sankta Pætursborg, og har umleið túsund granskarar arbeiða við eitt nú veðurlagsbroytingum. Siglingarleiðin norður um Russland er sum veramann eitt av høvuðsmálunum, nú tað er siglandi um summarið orsakað av at ísurin hvørvur.
Stjórin á stovninum, dr. Aleksandr Makarov, vísti á, at hann fegin vil samstarva við Klaksvík, til dømis við at taka ímóti føroyingum, sum hava hug at arbeiða við Arktis og veðurlagsbroytingum.
Føroyski sendimaðurin til Russlands, Hákun J. Djurhuus, er eisini í Sankta Pætursborg í sambandi við vitjanina úr Klaksvík. Hann fegnast um átakið og at Klaksvík og Sankta Pætursborg nú gerast vinarbýir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald