Fyrrverandi finski forsætisráðharrin Sanna Marin hevur fingið nýtt starv og fer harvið úr finskum politikki.
Sambært fleiri altjóða miðlum, skal hon vera strategiskur ráðgevi hjá The Tony Blair Institute for Global Change, ein stovnur, sum veitir ráðgeving til stjórnir og politiskar leiðarar kring allan heimin. The Tony Blair Institute varð stovnað í 2016 av fyrrverandi bretska forsætisráðharranum, Tony Blair.
37 ára gamla Sanna Marin var forsætisráðharri í tíðarskeiðnum desember 2019 til juni 2023. Tá hon tók við sum forsætisráðharri fyri nærum fýra árum síðani, gjørdist hon samstundis yngsti forsætisráðharri í heiminum.
Eftir at sosialdemokratiski flokkurin tapti valið í apríl, boðaði Sanna Marin frá, at hon fór at leggja frá sær sum floksleiðari, og nú hevur hon boðað frá, at hon sigur sessin í finska tjóðaringinum frá sær. Hon varð fyrstu ferð vald á ting í 2015.
Sanna Marin sigur, sambært Ritzau, at hon er spent uppá nýggja leiklutin, og heldur hon eisini, at hann fer at gagna alt Finnland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald