Uttanlands

Sanna Marin: Vit taka avgerð um Nato ein av komandi vikunum

Sanna Marin og Magdalena Andersson, forsætisráðharrar í ávikavíst Finnlandi og Svøríki hittust í gjár, og á felags tíðindafundi varð undirstrikað, at londini skulu taka hvør sína avgerð viðvíkjandi Nato-limaskapi

Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin vitjaði svensku starvssystir sína í Stockholm í gjár (Mynd: EPA)

Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin vitjaði svensku starvssystir sína í Stockholm í gjár (Mynd: EPA)

2022-04-14 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin væntar, at Finnland ein av komandi vikunum fer at taka eina avgerð um Nato-limaskap.

Tað segði hon í gjár á tíðindafundi í Stockholm saman við svenska forsætisráðharranum, Magdalena Andersson.

– Eg kann ikki geva eina meira nágreiniliga tíðarætlan í mun til, nær avgerðin verður tikin, men vit vilja umrøða hetta og taka eina avgerð innan fáar vikur – og ikki mánaðir.

Hon undirstrikaði, sambært Ritzau, at bæði Finnland og Svøríki skulu taka hvør sína avgerð, men at tað verður ein fyrimunur, um londini velja somu kós.

Magdalena Andersson segði, at tað er umráðandi at hugsa væl um, hvat er best fyri Svøríki og trygdina og friðin.

– Tað er umráðandi at fylgja við gongdini í Finnlandi, men vit skulu eisini hava okkara egnu tilgongd her í Svøríki.

Hon legði afturat, at tað er eitt álvarsligt mál, sum tey skulu hava tíð til at umhugsa. Tað er ikki nakað, sum bara skal skundast ígjøgnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder