2025-12-20 15:02
Í annaðkvøld klokkan 19 verður jólakonsert í Hoyvíkar kirkju við Sannu Bæk Hoydal og Benjamin Petersen.
– Ein jólakonsert var í kirkjuni stutt fyri jól í fjør, og bjóðar Hoyvíkar kirkja aftur í ár til eina hugnaliga konsert, nú fólk vónandi hava fingið tað mesta til høldar undan jólum, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
– Sanna og Benjamin eru væl kendar stjørnur á føroyska tónleikahválvinum, og hetta fjórða sunnukvøldið í advent bjóða tey øllum at seta seg niður og njóta sín góða tónleik, nú jólini eru í hondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald