Nýggja koronufrábrigdið – Omikron – er helst funnið hjá tveimum ferðandi, sum eru komin til Danmarkar til Suðurafrika, upplýsir danska heilsumálaráðið.
Tilburðirnir verða nú kannaðir nærri, og væntast tað endaliga at verða staðfest um nakrar dagar, sigur danska heilsumálaráðið sambært Ritzau.
Upplýst verður, at tey smittaðu eru avbyrgd, og at smittusporingin er í gongd.
Danmark er eitt av teimum londunum, sum hava mest umfatandi eftirlitið við ymiskum frábrigdnum, og er tað tí ikki so løgið, at Omikron-frábrigdið longu verður staðfest í Danmark, sigur danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke.
Omikron-frábrigdið varð fyrst funnið í Suðurafrika, men nú hevur tað spreitt seg til fleiri onnur lond, m.a. fleiri í Evropa. Eitt nú er tað funnið í Belgia, Týsklandi, Stórabretlandi, og Italia. Tað er eisini funnið í Ísrael, Botsvana, Hong Kong og Avstralia.
Fríggjadagin vórðu ferðaavmarkingar settar í verk fyri Suðurafrika og seks onnur lond í sunnara parti av Afrika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald